Øll, sum eru 40 ár og eldri, kunnu luttaka. Innbjóðing til kanningina er send í Mín Boks. Innbjóðingarbrævið kann síggjast her: https://www.health.fo/kunning
Kanningin tekur umleið 5-10 min. Vit taka ein blóðdropa úr einum fingri og kanna hann fyri langtíðarblóðsukrið, tvs. HbA1c. HbA1c sigur okkum, hvussu høgt blóðsukrið hevur verið í miðal teir síðstu 3 mánaðirnar.
Umframt hetta verða einfaldar kliniskar kanningar framdar, so sum hædd, vekt, miðju- og mjadnamát.
Tú fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum.
Úrslitið kann antin vera: normalt, ávegis diabetes (prædiabetes), ella ábending um diabetes 2. Endalig staðfesting av diabetes 2 krevur tvær HbA1c-mátingar og fer fram í samstarv við kommunulæknan.
Kanningin kemur at ganga fyri seg í umleið 1 ár, tvs til várið 2027.
Kanningar verða gjørdar í øllum Føroyum. Hetta verður planlagt so hvørt. Kunning um, nær og hvar møguleiki verður at koma til kanningar í Tórshavn og runt landið, verður løgd út
á okkara Facebook síðu Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum.
Støkk-inn kanningar koma at vera fyriskipaðar runt um í landinum alt komandi árið. Eisini ber til at bóka sær tíð til kanning.
Í Tórshavn eru kanningarnar í Sigmundargøtu 5, og vit eru í gongd við at finna hølir runt um í landinum, har kanningarnar koma at ganga fyri seg.
Eisini vitja vit á arbeiðsplássum. Ynskja tit, at vit koma á tykkara arbeiðspláss at gera kanningarnar kunnu tit skriva til barjo@ls.fo
Brúka leinkið, sum verður sent til tín teldupost eftir bílegging, at avlýsa tína tíð og tú kanst bíleggja tær nýggja tíð.
Persónsupplýsingar, sum tú upplýsir í samband við bóking av tíð, verða goymdar trygt og verða bert brúktar til hesa verkætlan.